Innanlands

Fleiri handtøkur framdar í Havn í dag

Hesar fóru fram í Vágsbotni, og var tað í sambandi við eitt nýtt rúsevnismál. Hetta staðfestir leiðarin á kanningardeildini, sum ikki hevur stórvegis fleiri viðmerkingar í dag

Summi í høvuðsstaðnum hava í dag varnast, at heilt nógv løgreglufólk vóru til staðar og sóu út til at fremja handtøkur. Soleiðis var (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Summi í høvuðsstaðnum hava í dag varnast, at heilt nógv løgreglufólk vóru til staðar og sóu út til at fremja handtøkur. Soleiðis var (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-29 16:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summi í høvuðsstaðnum hava í dag varnast, at heilt nógv løgreglufólk vóru til staðar í Vágsbotni, og at tað sá út til at nakrar handtøkur vóru gjørdar.

Leiðarin á kanningardeildini hjá løgregluni, Kári Jacobsen, váttaði fyri lítlari løtu síðani, at tað vórðu fleiri handtøkur gjørdar úti í Bakka.

Hetta var í sambandi við kanningar av einum rúsevnismáli, sum ikki er gamalt.

Av tí at tað er eitt konkret mál, vil Kári Jacobsen ikki siga so nógv meira enn hetta í løtuni: Til dømis hvussu nógv fólk vórðu handtikin, hvar tey eru frá, ella hvussu stóra mongt av rúsevnum talan er um.

Tað varð tó staðfest, at hesir persónarnir verða framstillaðir - tó ikki í dag - og at meira verður at frætta um málið í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder