Uttanlands

Fleiri handtøkur framdar í sambandi við mótmæli í Amsterdam

Í gjár savnaðust fólk í hollendska høvuðsstaðnum at vísa sína ónøgd við koronutiltøkini hjá stjórnini, og fleiri vórðu særd í samanbrestum millum løgreglu og mótmælisfólk

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-03 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin framdi hollendska løgreglan fleiri handtøkur í sambandi við einum mótmæli ímóti koronutiltøkini, sum hollendska stjórnin hevur sett í gildi.

Túsundatals fólk savnaðust á Museumplein-plássinum í Amsterdam fyri at vísa sína ónøgd við tiltøkini. Hundraðtals løgreglufólk við hundum og vatnkanónum vórðu send út at handfara støðuna, og fleiri persónar vórðu eisini særdir í samanbrestum millum løgreglu og mótmælisfólk. Sambært Ritzau er tó ikki tal sett á, hvussu nógv fólk talan er um. 

Tað er áður komið fyri, at mótmæli móti koronutiltøk í Hollandi eru endað við harðskapi.

Myndugleikarnir høvdu frammanundan gjørt greitt, at mótmælið ikki var loyvt, tí at mann sambært galdandi tiltøkunum ikki kann savnast fleiri enn tvey fólk uttandura. Einasta undantakið er jarðarferðir.

Nýggju tiltøkini, sum vórðu sett í gildi fyri jól, hava m.a. við sær, at skeinkistøð, biografar, matstovur, sjónleikarhús, søvn og onnur líknandi støð, skulu verða stongd fram til 14. januar. Eingin skúlagongd er til og við 9. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder