Seinastu vikuna eru bæði hitamet og kuldamet sett í Kanada, skrivar kanadiski miðilin CBC.
Meðan tað hevur kavað í vestara parti av landinum, hava skúlanæmingar í eystara parti fingið tíðliga frí orsakað av ógvusligum hita.
Mikudagin 19. juni vórðu 13 kulamet sett í Alberta-landslutinum í vestara parti av landinum. Kaldast var í Hendrickson Creek, har 2,7 kuldastig vórðu skrásett.
Sama dag vórðu yvir 100 hitamet sett í eystara parti av landinum, m.a. í landslutunum Québec og Ontario. Í støðum var nýggja metið sjey stig omanfyri tað gamla.
Kanada er eitt stórt land við ymsum landsløgum, so tað er ikki óvanligt við ymiskum veðurfyribrigdum, men hesi metini eru tó merkisverd, sigur Ken Dosanjh, veðurfrøðingur hjá kanadiska umhvørvisstovninum ECCC.
– Tað er ivaleyst óvanligt við so heitum veðri so tíðliga í juni, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald