Ein harður jarðskjálvti hevur rakt eystara part av Afganistan. BBC skrivar, at minst 250 fólk eru deyð í jarðskjálvtanum og at yvir 150 fólk eru særd.
Jarðskjálvtin var máldur til 6,1 á Richtertalvuni.
Myndir á sosialu miðlunum vísa, at nógv hús eru rapað og eisini síggjast særd fólk liggjandi á børum.
Ein lokalur embætismaður sigur við BBC, at væntandi endar talið av deyðum langt oman fyri tey 250, sum higartil eru skrásett.
Skjálvti rakti eitt øki, sum liggur 44 kilometrar frá býnum Khost í landsynningspartinum av landinum.
- Vit heita á hjálparfelagsskapir um beinanvegin at senda hjálp til økið fyri at forða fyri at vanlukkan gerst størri, skrivar stjórnartalsmaðurin Bilal Karimi á Twitter, sambært BBC.
Ristingarnar frá jarðskjálvtanum merktust bæði í India og Pakistan, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald