2019-08-31 10:15
Longu áðrenn dyrnar lótu upp til størsta valstaðið í landinum, Høllin á Hálsi, var bíðirøð uttanfyri, og nú klokkan er kvart yvir tíggju hava fleiri enn hundrað fólk verið á vali.
Fyrstu kassarnir vórðu forseglaðir, og so var klárt hjá fólki at koma á val.
Løgtingsvalið hesaferð er leygardag, og tí eru sannlíkindi fyri, at valluttøkan er høg tíðliga á degnum í mun til onnur val tá tað liggur ein gerandisdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald