Uttanlands

Fleiri hundrað traktorar skapa avbjóðingar í Keypmannahavn

Stór ónøgd er millum danskar bøndur um nýggja taðingarlóg – eisini í stjórnarsamgonguni er mótstøða.

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-09-01 08:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri hundrað bøndur og upp móti 300 traktorar hava í morgun sett kós móti Keypmannahavn fyri at mótmæla ætlanini hjá stjórnini at seta eina nýggja lóg um taðing í gildi.

Fólkatingið hevur aðru viðgerð av uppskotinum hjá stjórnini í dag.

Løgreglan í bæði Keypmannahavn og í Mið- og Vestursælandi hevur í morgun ávarað bilførarar um, at nógvu traktorarnar fara at skapa seinkingar í morgunferðsluni móti Keypmannahavn, serliga í tíðarskeiðinum frá klokkan 7 til 10.

Eisini í Aarhus verður skipað fyri mótmælistiltøkum, har bøndur brúka sínar traktorar at gera vart við sína ónøgd. Her er tað grasrótarørslan “No farmers, no food, no futuer”, sum skipar fyri.

Uppskotið um nýggja taðingarlóg hevur eisini givið stjórnini innanhýsis avbjóðingar, tí tað eru fleiri limir í stjórnarflokkinum Venstre, sum siga seg fara at atkvøða ímóti uppskotinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder