Yvir 200.000 fólk eru komin saman á gøtunum í Prag leygarkvøldið fyri at minnast 30 ársdagin fyri Floyalskollveltingina, ið varð endin á kommunistiska stýrinum í landinum.
Samstundis sum tey fagnað 30 ársdegnum, so mótmæla tey, tí tey ynksja at forsætisráðharrin skal fara frá.
Forsætisráðharri í Kekkia er ríkmaðurin Andrej Babis, ið verður skuldsettur fyri umfatandi mutur.
Mótmælisfólkini veittra við fløggum og rópa slagorð, ið krevja at Basis leggur frá sær.
Løgreglan skriva at tað eru yvir 200.000 fólk samlað á Letna-parkini, og at fólk framvegis streyma til.
Tað 17. November í 1989 at ung lesandi byrjaðu Floyalskollveltingina, ið førdi við sær at kommunistiska stýrið í Kekkoslaovakia fall saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald