placeholder
Uttanlands

Fleiri hús tikin í ógvusligum skriðulopi

Noreg: Enn er óvist hvat er hent við 15 av fólkunum, sum búgva í økinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-12-30 16:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíggju fólk hava fingið skaða, og óvissa er um lagnuna hjá 15 øðrum eftir eitt skriðulop norðan fyri norska høvuðsstaðin Oslo í dag.

Bjargingafólk vita enn ikki hvat er hent teimum 15 fólkunum. Skriðulopið var í býnum Ask, sum liggur nærhendis Gjærdum, einar 25 kilometrar í ein landnyðring úr høvuðsstaðnum.

Eftir at bjargingararbeiðið er farið fram í nakrar tímar í dagsljósi verður nú hildið áfram við at leita í kvøldarmyrkrinum.

Tilsamans tíggju fólk hava fingið viðgerð fyri skaðar og snuddir, men ongin hevur fingið álvarsligan skaða, skrivar NTB.

Minst 14 hús lógu í økinum, sum fór í skriðuni. Opið er 700 metrar langt og einar 10 til 20 metrar breitt, upplýsir løgreglan.

Fleiri hús standa tætt við eggina til stóra holið. Nakað eftir at skriðan var lopin, fóru tvey hús afturat niður av kantinum.

Løgreglan heldur, at tað kunnu hava verið fólk í fleiri av húsunum, sum fóru í skriðuni.

- Vit hava orsøk at halda, at persónar vórðu tiknir í skriðuni, segði átaksleiðarin hjá løgregluni fyrr í dag.

Men bjargingarfólk kunnu bert sleppa framat úr luftini.

Nøkur fólk, illa fyrikomin av kulda, eru í dag hivað upp við tyrlu úr oyðiløgdu húsunum.

Summi av íbúgvunum hava helst verið burturstødd, og tí hevur ikki borið til at fingið greiði á hvussu nógv fólk eru rakt av vanlukkuni.

Skriðan hendi tíðliga í morgun. Ikki fyrr enn tað lýsti fyri degi í morgun, var greitt hvussu umfatandi vanlukkan vísti seg at vera.

Umleið 700 fólk í økinum eru flutt burtur. Nakrir koronasjúklingar á nærmasta sjúkrahúsi máttu flytast til annað sjúkrahús fyri at geva pláss fyri fólkunum, sum skuldu endurhýsast.

Norski stjórnarleiðarin, Erna Solberg, skundaði sær seinnapartin til økið saman við Monicu Mæland, løgmálaráðkvinnu.

- Tað er ein ógvuslig uppliving at vera her og síggja myndirnar frá vanlukkustaðnum og alla skriðuna, og sjálvandi at vita, at tað eru fleiri, sum vit ikki kenna lagnuna hjá, sigur Solberg, sambært NTB. 

Myndirnar eru frá EPA-myndastovuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder