Síðan amerikanski forsetin, Donald Trump í gjár boðaði frá, at hann og forsetafrúan Melania Trump, høvdu fingið staðfest korona, eru fleiri onnur, sum hava havt samband við forsetan í vikuni, eisini staðfest smittað.
Sambært Ritzau veit mann higartil um ellivu fólk, sum hava verið í sambandi við Trump ella arbeiða í Hvítu Húsunum.
Millum teirra er fyrrverandi topráðgevin hjá Trump, Kellyanne Conway. Hon arbeiðir ikki longur í Hvítu Húsunum, men seinasta vikuskifti luttók hon í hátíðarhaldinum, har Trump avdúkaði hvønn hann hevði peikað á til amerikanska hægstarættin.
Eisini hevur Kellyanne Conway hjálpt Trump at fyrireika seg til orðaskiftið millum hann og Biden, sum gekk fyri seg í Ohio týsdagin. Sambært New York Times vóru hvørgin teirra í masku, tá tey hittust.
Kellyanne Conway hevur mild sjúkueyðkenni, sigur hon.
Millum tey, sum eru vorðin smittað, eru eisini fleiri republikanskir senatorar og Bill Stepien, sum hevur ábyrgdina av valstríðnum hjá Trump. Trý tíðindafólk eru eisini millum tey smittaðu.
Varaforsetaparið, Mike og Karen Pence, eru vorðin kannaði, men úrslitið av kanningunum var negativt.
Joe Biden, og kona hansara, Jill Biden, sum vóru í Ohio í sambandi við orðaskiftið týsdagin, eru eisini staðfest negativ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald