Innanlands

Fleiri íløguætlanir á stadionøkinum

Tórshavnar Býráð fer nú at seta gongd á fleiri stórarbeiði í Gundadali komandi árini. Byggingin av Tórsvølli verður skjótt liðug og seinni í ár verður spakin settur í nýggja langhylin

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-01-22 17:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á næsta býráðsfundinum skal støða takast til at skifta graslíkið á Tórsvølli og Ovara vølli, sum báðir eru slitnir og standa til at missa neyðugu góðkenningarnar til altjóða dystir. Umframt at skifta graslíkið, skal nýggj sprinklaraskipan leggjast í Ovara vøll og nýggj ljósskipan setast upp, ið lýkur krøvini frá FSF. Ætlanin er at skifta graslíkið og leggja sprinklaraskipanina í vøllin í ár og at gera ljósskipanina lidna næsta ár, skrivar Tórshavnar kommuna.

Ætlanin er eisini at útvega nýggjar talgildar máltalvur bæði á Tórsvølli og Ovara vølli.

Í fjør varð Svimjihøllin bundin í fjarhitaskipanina, og bygningarnir á Tórsvølli eru eisini bundnir í fjarhita. Ætlanin er nú at knýta FIMI og aðrar bygningar í Gundadali í fjarhitaskipanina.

Herfyri varð landsdystur á Tórsvølli avlýstur, tí frost var á vøllinum. Hitarør eru løgd í vøllin, og nú verður fjarhiti bundin í. Umframt at tryggja, at spælast kann alt árið, verður munandi lættari at gera vøllin kláran í kuldaveðri bæði til venjing og dyst, sigur kommunan.

Í sambandi við, at Tórsvøllur verður liðugt bygdur, verður Niðari vøllur tøkur aftur í fullari stødd. Ætlanin er at skifta graslíkið har næsta ár, og graslíkið inni í Vika á Argjum ætlast skift í 2022, samstundis sum nýggj ljósskipan eisini verður sett upp har.

placeholder
placeholder