Í nátt vórðu fleiri stungin við knívi í bretska býnum Birmingham.
Bretska løgreglan sigur, sambært Reuters, at ein maður varð dripin, og sjey onnur vórðu særd. Hjá tveimum teirra, einum manni og einari kvinnu, er støðan álvarsom.
Løgreglan kannar enn málið.
Bretski uttanríkismálaðharrin, Dominic Raab, sigur seg ikki hava sæð nakra ábending um, at talan er um yvirgang, men almenningurin eigur at vera "sera varin", sigur hann.
Løgreglan varð boðsend í sambandi við eitt kníválop í miðbýnum í Birmingham um klokkan hálvgum eitt í nátt, og stutt eftir hetta komu boð um, at fleiri onnur vórðu blivin stungin.
Hildið verður, at samband er millum kníválopini, men orsøkin er enn ógreið, og vil løgreglan ikki siga meira um málið enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald