Uttanlands

Fleiri koronaavmarkingar í Danmark

Allar kommunurnar eru nú umfataðar, talið av innløgdum er støðugt vaksandi, og Mette Frederiksen hevur tíðindafund klokkan 17, har fleiri nýggj tiltøk helst verða kunngjørd

Mette Frederiksen á tíðindafundi - koppingarevni er ikki langt vekk, men í Danmark verða í løtuni fleiri og fleiri innløgd við koronu (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen á tíðindafundi - koppingarevni er ikki langt vekk, men í Danmark verða í løtuni fleiri og fleiri innløgd við koronu (Mynd: EPA)

2020-12-16 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Danmark verður, sum í flest øllum heimsins londum í løtuni, bíða eftir koppingarevninum fyri koronu. Heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, segði við TV2 í gjárkvøldið, at góðkenningin av koppsetingin møguliga verður framskundað frá 31. til 21. desember, og at um so er, so verða fyrstu danirnir koppsettir millum jól og nýggjár.

Les eisini: Áleið ein millión danir kunnu skjótt koppsetast

Í løtuni roynir heilsuverkið, í serliga høvuðsstaðarøkinum, at fylgja við. Seinasta samdøgrið vaks talið av innløgdum við koronu við 54 fólkum, og hetta er tað hægsta talið, sum er skrásett í Danmark. Í Region Hovedstaden, har seks sjúkrahús eru, eru 260 innløgd við koronu, og vøksturin seinastu fimm dagarnar viðvíkjandi hesum er 60 prosent. Hetta hevur havt við sær, at Region Hovedstaden hevur útsett 40 prosent av skurðviðgerðum, ið ikki verða mettar at vera bráfeingis. Kring landið eru 439 innløgd við koronu í løtuni, og hetta talið er støðugt vaksandi. 68 av teimum eru á inntensivu deild, og hetta eru 75 færri, enn tá talið var hægst fyrst í apríl, skrivar TV2.dk.

Í gjár gjørdist greitt, at allar kommunurnar í landinum nú eru raktar av avmarkingunum, ið 38 kommunur vórðu lagdar undir í farnu viku. Tað vil siga, at kring alt Danmark verða sekinkistøð og matstovur latnar aftur fyri gestum (take-away er tó ein møguleiki), at innandura støð sum savna fólk - t.d. biografar, bókasøvn, konsertsalir og fitnessmiðstøðir - hava afturlatið, og at øll sum eru í almennum starvið arbeiða heimanfrá, uttan so tey ikki hava alenyðugan tørv at verða til staðar onkustaðni. Tey sum arbeiða privat verða mæld til at gera tað sama, og tey sum ganga í 5. flokki og uppeftir, á miðnámsskúla ella eru lesandi "ganga í skúla" heimanfrá.  

DR hevur gjørt eitt yvirlit yvir avmarkingarnar

Tað tykist tó ikki, sum stjórnin støðgar her. Danskir miðlar hava fyrr í dag skrivað, at nýggj koronatiltøk eru á veg. Tíðindafundur verður í Spegilssalinum klokkan 17 føroyska tíð. Heilsuorðførararnir hjá flokkunum og serligi koronabólkurin eru á fundi á løtuni, og so er spurningurin um teir koma við fleiri og meira umfatandi avmarkingum sum til dømis at lata handilsmiðstøðir aftur, sum onkur orðførari hevur frammi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder