2024-04-20 10:00
Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu fleiri mál skrivað.
Seinnapartin vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, og um kvøldið vóru fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í Leirvík.
Hetta var í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50 km/t, men hesir fýra koyrdu allir millum 76 og 85 km/t, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tveir fingu klipp í koyrikortið, og tveir fingu koyriforboð. Teir báðir síðstnevndu høvdu havt koyrikort í styttri enn trý ár, og fyri teir eru reglarnar herdar. Teir noyðast upp til nýggja koyriroynd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald