2021-09-24 08:22

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar á Skálafjørðinum, og í hesum sambandi vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt á landsvegnum.
Teir koyrdu allir millum 101 og 109 km/t, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini, og tað fáa teir klipp og bót fyri.
Í gjár tók løgreglan eisini fleiri ólóglig prutl í Norðurøkinum.
Talan var um prutl, sum øll koyrdu millum 64 og 90 km/t. Eigararnir kunnu vænta sær eina bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald