Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra skjótari, enn loyvt er, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Um morgunin stutt fyri klokkan 10 vórðu kanningar gjørdar norðanfyri kollafjarðartunnilin, og tá vórðu fýra mál skrivað.
Tveir bilførarar koyrdu 101 kilometur um tíman, og ein annar koyrdi 102, og tað gevur klipp. Fjórði bilførarin, sum varð tikin, koyrdi heilar 121 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
Um kvøldið, um klokkan 19.30, vórðu kanningar gjørdar Millum Fjarða, og har fekk ein bilførari klipp fyri at koyra 112 kilometrar um tíman, og ein fekk klipp fyri at koyra 108 kilometrar um tíman.
Løgreglan hevur eisini steðgað bilum í nátt, og í hesum sambandi varð ein bilførari í Havn skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av øðrum enn rúsevnum. Hann varð tikin klokkan 4.30 í nátt. Blóðroynd er tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald