Innanlands

Fleiri koyrdu ov skjótt í gjár

Ein bilførari fekk treytaða frádøming fyri at koyra 126 kilometrar um tíman

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-30 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar, og í hesum sambandi vórðu fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Á Sandoynni vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.

Tveir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 74 og 75 kilometrar um tíman, meðan triði bilførarin fekk bót fyri at koyra 70 kilometrar.

Við Kollafjarðatunnilin, har mest loyvda ferðin er 80, vórðu tveir bilførarar tiknir. Ein fekk klipp fyri at koyra 107 kilometrar um tíman, og ein koyrdi heilar 126 kilometrar, og tað gevur eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Hált var í gjár, og løgreglan skrásetti eisini eitt ferðsluóhapp í hesum sambandi. Talan var um ein bil, sum fór á glið á Oyggjarvegnum. Eingin skaði stóðst tó av óhappinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at bilurin var væl skøddur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder