2025-02-16 13:17

Í gjár varð løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar, og í hesum sambandi vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.
Um middagsleitið vórðu ferðmátingar gjørdar í Kollafirði, og tá fingu tríggir bilførarar klipp fyri at koyra millum 70 og 80 kilometrar um tíman.
Um kvøldið vórðu ferðmátingar gjørdar í Hoyvík, og tá varð ein bilførari tikin. Hann koyrdi 89 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaða frádøming. Her var talan tó um ein bilførara, sum hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, og tí fær hann koyriforboð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald