Innanlands

Fleiri leiðslustørv í fólkaskúlanum leys at søkja

Søkt verður eftir fleiri skúlastjórum og einalærarum, umframt einum fyrstalærara og útoyggjalærara til komandi skúlaár

Mynd: Ummr.fo

Mynd: Ummr.fo

2021-05-05 20:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni eru sjey leiðslustørv í fólkaskúlanum komandi skúlaár leys at søkja.

Uttanríkis- og mentamálaráðið boðar frá, at sóknast verður eftir skúlastjóra til Skúlan á Argjahamri, skúlastjóra til Fuglafjarðar skúla, og skúlastjóra til Sandoyar Meginskúla.

Eisini verður søkt eftir fyrstalærara til Hósvíkar skúla, einalærarar til ávikavíst Oyndarfjarðar skúla og Fámjins skúla, umframt einum útoyggjalærara til Kirkju- og Hattarvíkar skúla. Tey trý seinastu størvini eru tíðaravmarkað.

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi, áðrenn freistin at søkja er úti.

Umsóknarfreistin er ymisk til tey ymisku størvini men í øllum førum er talan um eina freist í tíðarskeiðnum 15. – 20. mai. Meira kunning um ymisku størvini sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder