Nú ætla fleiri lond at bjóða borgarum eitt triðja prik fyri koronu.
Í farnu viku varð boðað frá, at Ísrael sum tað fyrsta landið í heiminum, fer at bjóða borgarum eitt triðja prik við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech.
Talan er um borgarar yvir 60 ár, og 2.000 fólk í Ísrael, ið hava eina veika immunverju, hava longu fingið triðja prikið. Ongar fráboðanir hava verið um hjáárin hjá hesum borgarum, skrivar Ritzau.
Eisini í Týskandi hava tey boðað frá, at borgarar fáa tilboð um eitt triðja prik í september. Hetta verður galdandi fyri eldri fólk og fólk í vandabólki.
Nú siga svensku heilsumyndugleikarnir, at ein størri partur av svenska fólkinum helst eisini fær eitt líknandi tilboð komandi ár, og tey, sum eru í vandabólki – fólk á røktarheimi, fólk yvir 80 ár, og fólk við veikari immunverju – kunnu fáa triðja prikið longu í heyst.
Svenski farsóttarserfrøðingurin, Anders Tegnell sigur, at tað ikki verður mett møguligt at sleppa av við virusinum, og tí eigur mann at leggja dent á koppseting og at minka um vandan fyri álvarsamari sjúku ella deyða.
Eisini í USA verður kannað, um mann skal geva eitt triðja prik, og Anthony Fauci, ovasti heilsufakligi ráðgevin hjá amerikanska forsetanum, segði í farnu viku, at tað kann verða neyðugt hjá summum. USA hevur eisini longu tryggjað sær nóg mikið av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech til at geva eitt triðja prik, um tað skuldi verið neyðugt.
Søren Brostrøm, stjóri í danska heilsustýrinum hevur eisini sagt, at tað kann gerast neyðugt við einum triðja priki hjá eldri og veikum borgarum, og fleiri politiskir flokkar í Danmark taka eisini undir við hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald