Mánadagin skrivaðu Ísrael og Grikkaland undir avtalu, sum skal gera tað lættari hjá íbúgvum úr báðum londunum at ferðast millum londini, tá tey kunnu skjalprógva, at tey eru vorðin koppsett fyri covid-19.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu og grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis, skrivaðu undir avtaluna, sum inniber, at ferðandi, sum eru koppsett ikki longur noyðast í sóttarhald við komu.
Avtalan kemur í gildi, tá flogferðslan verður tikin uppaftur, skrivar Jyllands-Posten.
Eisini Ísland hevur latið upp fyri koppsettum ferðafólkum úr ávísum londum. Tey eru undantikin kravið um kanning og sóttarhald við komu.
Onnur lond sum Kypros, Rumenia og Georgia koma eisini við líknandi skipan í næstum, og Tailand fer væntandi at lata upp fyri ferðafólkum, sum eru liðugt koppsett, seinni í árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald