Danmark liggur inni við eini stórari goymslu av vaksinum móti korona, sum ikki longur kunnu brúkast, tí hesar vaksinur ikki hjálpa móti nýggjari frábrigdum av korona.
Statens Serum Institut, SSI, liggur í løtuni inni við 2,2 milliónum óbrúkiligum vaksinum, skrivar Ritzau.
Harafturat eru 3,6 milliónir skamtir frá Pfizer/BioNTech, sum einans kunnu brúkast á fólki, sum skulu koppsetast fyri fyrstu ella aðru ferð.
Sambært TV2 eru hesir skamtir keyptir fyri millum 20 og 135 krónur fyri hvønn skamt. Sostatt er goldið eitt stað millum 116 og 783 milliónir krónur fyri hesar 5,8 milliónir skamtirnar.
Sambært SSI er brúk fyri at hava hesar 3,6 milliónir skamtirnar frá Prizer/BioNTech liggjandi, fyri at hava skamtir klárar til møguligar útlendskar borgarar, sum koma til landið, ella til borgarar, sum ikki enn hava fingið teir fyrstu tvær koppsetingarnar.
Seruminstituttið upplýsir, at orsøkin til hesar nógvu skamtirnar á goymslu er, at “ES-londini í byrjanini av farsóttini bundu seg til at keypa teir”, skrivar Ritzau.
Síðan hevur Danmark roynt at latið skamtir, sum landið ikki longur hevur brúk fyri, til onnur lond. Í alt eru tíggju milliónir skamtir latnir víðari.
- Danmark arbeiðir støðugt við at finna móttøkulond til skamtirnar, sum eru til avlops, men tað eru eisini nógvir, sum eru farnir til spillis, tí haldbæristíðin er gingin út, skrivar Statens Serum Institut í svari til Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald