Innanlands

Fleiri missa nú sínar nummarplátur

Orsøkin er, at tey ikki hava goldið vegskatt ella annað. Løgreglan hevur tikið nummarpláturnar av tíggju ymsum bilum í nátt - higartil hesa vikuna er talið 24

2021-11-03 15:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjáramorgunin kundu 14 bilførarar staðfesta, at teir ikki sluppu avstað, tí at løgreglan hevði verið og tikið nummarpláturnar.

Orsøkin er, at viðkomandi bilførari ikki hevur goldið vegskatt, ella at onnur viðurskifti ikki eru í lagi, so sum manglandi trygging ella sýn.

Akstovan upplýsti á heimasíðuni í síðstu viku, at stovnurin hevði latið politistøðunum kring landið 436 mál um vegskattaeftirstøður. Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.

Í nátt hevur løgreglan verið á ferð í norðurøkinum og í miðstaðarøkinum og upplýst verður, at tíggju aðrir bilar nú ikki hava plátur á og harvið ikki kunnu koyra fyribils. Komandi tíðina verða nógv fleiri tiknar, um bileigarar ikki fáa síni viðurskifti í rættlag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder