
Norrøna varð tikin úr sigling 19. desember, men leygardagin verður skipið sett aftur í sigling eftir umbyggingina á Fjóni.
Smyril Line hevur lagt hesar myndirnar á netið í dag, sum vísa eitt hamskift skip. Umbyggingin hevur kostað 100 milliónir krónur og umfatar 50 nýggj kømur og nýggja skybarr.
Norrøna verður á Havnini mánadagin.
Les eisini: Veitraðu við merkinum tá Norrøna kom til Hirtshals
-
Norrøna kom á Hirtshals í morgun (Mynd: Smyril Line)
-
(Mynd: Smyril Line)
-
(Mynd: Smyril Line)
-
Nógvar umbyggingar eru gjørdar. Her eru vit í nýggju Skybarr, sum er á dekk 10 (Mynd: Smyril Line)
-
Økið er gjørt til ferðafólk at slappa av (Mynd: Smyril Line)
-
Matstovurnar umborð eita nú Nóatún (cafeteria), Skansagarður (buffet), og Munkastova, sum áður hevði navnið Simmer Dim (Mynd: Smyril Line)
-
50 nýggj kømur eru gjørd umborð (Mynd: Smyril Line)
-
(Mynd: Smyril Line)
-
(Mynd: Smyril Line)
-
Afturparturin er eisini snøggaður (Mynd: Smyril Line)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald