Innanlands

Fleiri nýggj andlit í tinginum í dag

Ruth Vang, Rani A. Skaalum og Sámal Hanni Lognberg loystu av á tingi í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-23 15:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umframt Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, sum í dag tók sæti sum fastur tinglimur meðan Annika Olsen heldur fram sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, so vóru tað eisini fleiri onnur, sum tóku sæti fyribils á tingi, tí føst tingfólk høvdu biðið um farloyvi.

Les eisini: Jóhan Eli tikið sæti á tingi 

[object Object]Ruth Vang

Ruth Vang, fyrrverandi tingkvinna, var ein teirra, sum tók sæti á løgtingi í dag, tí Poul Michelsen, formaður í Framsókn hevur biðið um farloyvi.

[object Object]
Rani Andrasson Skaalum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ungi nýggi tinglimurin hjá Miðflokkinum, Steffan Klein Poulsen, hevur eisini biðið um farloyvi frá tingarbeiðinum í styttri tíðarskeið.

Í hansara stól sessaðist Rani Andrasson Skaalum, sum við 64 atkvøðum gjørdist nummar seks á listanum hjá Miðflokkinum.

Í Miðflokkinum er tað soleiðis, at Jenis av Rana og Bill Justinussen vórðu valdir. Tá Jenis av Rana fór í landsstýrið, tók nummar trý á listanum, Steffan Klein Poulsen, við tingsessinum.

Nú Bill Justinussen er farin í farloyvi fyri at luttaka á ST-aðalfundinum í New York, hevur fjórði maður á miðflokkalistanum, Tordur J. Niclasen, tikið við.

Og tá Steffan Klein Poulsen nú bað um at sleppa í farloyvi, skuldi fimmti maður á listanum tikið við. Tað er Ragnar Ludvig, men hann hevði boðað frá, at hann ikki kundi taka sæti á tingi, og so stóð tingsessurin Rana Andrasson Skaalum í boði.

[object Object]
Sámal Hanni Lognberg

Á sambandslistanum kom eisini nýggjur maður á løgting í dag. Eftir at Jaspur Langgaard bað um at fáa farloyvi í styttri tíðarskeið varð funnið fram til, at annar eykamaður á sambandslistanum nú er Sámal Hanni Lognberg út Skopun, sum fekk sæti á tingi í dag.

Fyrsta eykafólk á sambandslistanum, Eyðdis Hartmann Niclasen, situr longu inni, tí Johan Dahl er í farloyvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder