Lýsingagrein

Fleiri og fleiri vøllir verða umhvørvisvinarligir

Føroya Møblasøla veitir umhvørvisvinarligar graslíkisvøllir við lívrunnum tilfari heldur enn gummigranulat. Tundur verður koyrt á vøllirnar

Vøllurin á Argjum fekk í fjørsummar nýtt graslíki. Tað var umhvørvisvinarligt graslíki frá Føroya Møblasølu

Vøllurin á Argjum fekk í fjørsummar nýtt graslíki. Tað var umhvørvisvinarligt graslíki frá Føroya Møblasølu

2023-03-10 16:55 Author image
Ide Møblar | Lýsingagrein
placeholder

Tað var eitt stórt frambrot fyri føroyskan fótbólt, tá vit í 1986 veittu fyrsta graslíkisvøllin til Tórshavnar kommunu. Síðan tá hevur Føroya Møblasøla verið veitari til fleiri enn 10 kommunur, sum umfatar bæði stórar vøllir og fleiri smærri FIFA sparkivøllir kring alt landið.

Teir fyrstu graslíkisvøllirnir fingu sand lagdan á vøllin, síðani komu vøllirnir við sand- og gummi fyllu, og seinastu nógvu árini er tað gummigranulat sum er lagt á leikvøllirnar. Stóri trupulleikin við hesum er, at gummigranulat frá vøllunum enda í økinum kring vøllirnar, og víðari út í náttúruna, har kanningar staðfesta, at gummigranulat frá graslíkisvøllum er triðstørsta kelda til dálking av mikroplasti í náttúruni.

Men hetta er ein farin tíð. Longu í 2015 fóru vit, saman við DOMO, ið er størsti veitari av graslíki í Evropa, at gera fyrstu royndirnar at kanna aðrar møguleikar fyri at veita graslíkisvøllir og tilfar sum er meira náttúru vinarligt.

Tilfarið komið varð fram til var tundur, sum er fúnaður viður úr eik. Tilfarið er 100 prosent lívrunnið tilfar, sum ikki gevur frá sær evni sum eru skaðilig fyri heilsuna og umhvørvi, og tað kann endurnýtast 100 prosent. Aðrir fyrimunir við hesum slagi av tilfari er, at tunrdrið er betri fyri leggir, knø og liðir í kroppinum sum heild, tá runnið verður á graslíki við tundri sum fyllu. Harafturat ger tundrið at vøllurin er eins og at leika á einum vanligum grasvølli, og tað frystur ikki eins lætt sum plast og gummigranulat.

Fyrsti graslíkisvøllurin, royndir við trundri vórðu gjørdar á, var vøllurin á Hólmanum á Eiði. Hetta var í 2015. Tundrið varð latin á eitt avmarkað øki á graslíkinum, og eydnaðist royndin sera væl við at tundri varð verandi á vøllinum.

Fyrsti vøllur har einans tundur varð nýtt, var FIFA sparkivøllurin hjá Eysturkommunu í Leirvík. Hetta var í 2020 og árið eftir, í 2021, vóru Føroya Møblasøla og DOMO veitari til nýtt graslíki á fótbóltsvøllin í Sarpugerði, umframt ein sparkivøll við Kelduna í Skálafirði, við tundri sum fyllu á báðum vøllunum.

Umframt at veita 100 prosent lívrunnið tilfar úr tundri, sum fyllu á ymisku leikvøllirnar, so er graslíkið eisini framleitt til umstøður og veðurlagið í Føroyum. Vanligt er, at graslíkisvøllir hava 4 cm long strá, men hesir nýggju sum eru framleiddir til føroyskt viðurskifti, hava strá sum er 5,5 cm. Hetta hevur við sær, at vøllurin heldur betri uppá tundrið og at livitíðin hjá vøllinum er longri.

[object Object]

Partar av tráðnum sum graslíkið er gjørt úr, er snarað sum ein borur og stendur tí steyrrætt, hin parturin av tráðnum leggur seg niður og heldur uppá tundrið, so hann verður verandi liggjandi á vøllinum. Hesin teknikkurin, at snara træðrirnar, hevur eisini tann eginleikan, at grasið rættar seg upp aftur, beint sum trýstið frá einum bólti og/ella fóti fer av. Hetta ger at leikarin fær eina kenslu av at spæla á einum vanligum grasvølli. Aðrir fyrimunir eru, at tað ger tað lættari tá vøllurin skal bustast, og tørvurin at leggja meir tilfar á vøllin verður minni. Hetta minkar alt annað líka somuleiðis um viðlíkahald kostnaðin av at halda vøllin í góðum standi. DOMO hevur patent uppá hesa loysnina.

Royndirnar við hesum vøllum hava verið framúr góðar, og ikki einans fyri umhvørvið. 

[object Object]Sparkivøllurin í Skálafirði

Bæði vøllurin í Sarpugerði í Norðagøtu og Inni í Vika á Argjum, hava graslíki frá Føroya Møblasølu, og spælararnir í Víkingi og AB eru sera glaðir fyri hetta.

Seinnu árini eru fleiri og fleiri kommunur farnar at raðfesta umhvørvið høgt, og er áhugin og eftirspurningurin fyri hesum umhvørvisvinarligu vøllum alsamt vaksandi. Fleiri vøllir eru skiftir til nýggju og umhvørvisvinarligu vøllirnar við tundri seinasta árið. Talan er bæði um stórar vøllir, umframt fleiri FIFA sparkivøllir.

Føroya Møblasøla hevur gjørt avtalu við Tvøroyar kommunu og Tórshavnar komunu um at skifta vøllirnar í Trongisvági og í Hoyvík. Tað arbeiðið verður gjørt í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder