Nú hava tíggju limir í konservativa flokkinum bjóðað seg fram at gerast eftirmaður hjá Boris Johnson, sum hósdagin boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær.
Talan er m.a. um Grant Shapps, sum hevur verið ráðharri í samferðslumálum, síðan Boris Johnson gjørdist forsætisráðharri í 2019, og Liz Truss, uttanríkismálaráðharri.
Nadhim Zahawi, fíggjarmálaráðharri, og Jeremy Hunt, fyrrverandi uttanríkismálaráðharri undir Theresa May, og Sajid Javid, fyrrverandi heilsumálaráðharri, hava eisini bjóðað seg fram.
Tað sama hava Rishi Sunak, sum var fíggjarmálaráðharri frá 2020 til hann legði frá sær 5. juli fyri at mótmæla leiðsluna hjá Boris Johnson og Tom Tugendhat, formaðurin í uttanríkisnevndini í bretska tjóðartinginum.
Hini trý eru Suella Braverman, ríkisákæri fyri Ongland og Wales; Kemi Badenoch, sum hevur havt fleiri ráðharrasessir og var millum teirra, sum legði frá sær 6. juli, og Penny Mordaunt, ráðharri í handilsmálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald