2021-02-02 07:36

Minst fimm persónar hava fingið skaða eftir ein skottilburð í svenska býnum Helsingborg.
Løgreglan fekk boð um hendingina klokkan 20.30 lokala tíð í gjárkvøldið. Boðini vóru, at skot vóru latin av í sambandi við klandur.
Enn er óvist hvussu heilsustøðan er hjá teimum, ið vórðu rakt, og løgreglan sigur sambært TT-tíðindastovuni, at nógv fólk vóru blandað í hendingina.
Minst trý særd fólk eru flutt á sjúkrahúsið í býnum og harafturat vórðu eisini tvey skadd fólk funnin á Västra Sandgatan, har tilburðurin fór fram. Óvist er hvussu heilsustøðan hjá teimum skaddu er, skrivar Aftonbladet, sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald