Eftir átta umfør er vælumtókta sjónvarpsrøðin ”Games of Thrones” nú av. Endin setti nýggj hyggjaramet fyri amerikansku sjónvarpsrásina. HBO, og harumframt hava milliónir av hyggjarum kunnað fylgt við á ymsum stroymingartænastum.
Men tað er longu greitt, at tað kemur meira úr somu skuffu, tí HBO kundi longu í fjør boða frá, at tey arbeiða við eini nýggjari sendirøð. Henda skal siga søguna um The Night King og The White Walkers, og at henda røðin kemur at ganga fyri seg 5.000 ár framman undan hendingunum í ”Game og Thrones”.
Innspælingarnar til hesa sendirøðina byrja í Belfast í næstum, upplýsir stjórin fyri sendirøðini, Casey Bloys hjá HBO við netmiðilin Deadline.
Enn hevur komandi sendirøðin ikki fingið nakað heiti, men ”The Long Night” og ”Bloodmoon” hava verið nevnd.
Tað er eisini greitt, at ein av kvinnuligu høvuðsleiklutunum skal spælast av bretsku Naomi Watts, sum er kend frá ”King Kong”, ”Bird Man” og ”Twin Peaks”, skrivar nrk.no.
Naomi Watts skal spæla ein av høvuðsleiklutunum í komandi sendirøðini (Savnsmynd: EPA)
Blandað móttøka
Ymist er hvussu síðsta umfar av ”Game of Thrones” er móttikið. Nógvir fjepparar eru vónbrotnir, onkrir teirra so vónbrotnir, at tey eru farin undir eina innsavning av undirskriftum við kravi um, at alt umfarið verður tikið upp av nýggjum.
Casey Bloys er ikki ovfarin av, at nógv eru vónbrotin av seinastu pørtunum:
- Tá tú hevur eina sjónvarpsrøð, sum er vorðin so stór og fingið fingið ein so stóran fjepparaskara, ið er so gløðandi upptikin av søguni, so er ikki møguligt at gera øll nøgd. Nøkur elska endan, onnur hata hann. Tað týdningarmesta er, at øll brýggja seg um hann.
Les ummælið av seinasta partinum: Er hetta tað vit hava bíðað eftir í 8 ár?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald