Innanlands

Fleiri skaðafráboðanir fyrrapartin

Nógvir smærri skaðar fráboðaðir í dag

Skaði kom á fimleikahøllina á Viðareiði í dag (Mynd: Pól Sundskarð)

Skaði kom á fimleikahøllina á Viðareiði í dag (Mynd: Pól Sundskarð)

2020-01-08 18:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógvi vindurin í dag gjørdi mest um seg í tímunum fram móti middegi. Tá fekk løgreglan fleiri fráboðanir um, serliga tekjur og klædningar, sum høvdu rivið, og tí stóðu til at vera í vand fyri fólk og bygningar rundanum.

Eftir klokkan umleið 13 hevur løgreglan onga fráboðan fingið.

Fráboðanirnar komu frá so at siga øllum landinum. Um 8 tíðina fór ein bilur av vegnum orsaka av vindi við Langasand, men tað hendi tíbetur ongin fólkaskaði.

Les eisini: Tekjan á fimleikahøllini á Viðareiði farin í vindinum 

Annars hava verið fráboðanir um at tekjur stóðu til at ríva í eitt nú Nólsoy, við Gjógv, í eysturbýnum í Havn, í Klaksvík, Trongisvági og Hvalvík. Og í Vági varð boðað frá, at eitt hoyggjhús var farið í vindinum.

Flogferðslan verður gjøgnumførd í dag, tó við seinkingum. Atlantsflog valdi at avlýsa ferðina til Bergens í morgun og ístaðin senda ferðafólkini við flogfarinun til Danmarkar, sum millumlendi í Bergen.

Tvær komur eru eftir at avgreiða í kvøld, tær eru seinkaðar upp til ein tíma.

Hjá Strandferðsluni er ongin sigling til Sandoyar í dag, og tey smærru ferðafólkaskipini sigla heldur ikki. Ternan og Smyril eru farin í sigling aftur. Bygdaleiðir hava ligið stillar í dag, men koyringin á leið 700 og 701 í Suðuroy eru nú tiknar uppaftur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder