Minst 1.500 fólk í Norðurnoregi eru avbyrgd í morgun eftir fleiri skalva- og skriðjulop í nátt. Tað eru nøkur øki millum Lofoten og norður móti Tromsø, sum eru avbyrgd, tí atkomuvegirnir liggja undir í skalvalopum.
Á oynni Senja hava verið trí skalvalop, og bíðað verður til tað lýsir áðrenn royndir verða gjørdar at seta maskinur at skumpa kavan burtur, upplýsir umboð fyri vegamyndugleikan á staðnum fyri NRK.
Bygdirnar, sum liggja avbyrgdar á Senja eru Medby og Grunnfarnes á suðursíðuni og Gryllefjord, Skaland og Senjahopan á uttaru síðuni.
Har verður eisini ávarað um, at fleiri skalvalop kunnu væntast gjøgnum dagin í dag.
Eisini í Grøtfjorden á Kvaløya uttan fyri Tromsø eru fleiri vegir stongdir orsaka av skalvalopum, og sama er galdandi í fleiri økjum inni í landinum eisini.
Nógv regn og vindur í økinum er orsøk til, at koyrilíkindini eisini eru ógvuliga vánalig, har koyrandi er, orsaka av nógvum vatni á vegunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald