Innanlands

Fleiri skeinkistøð fara at hava opið í nátt

Talan er í øllum førum um Taboo og Basecamp og onnur í høvuðsstaðnum, eins og Roykstovan og Pike í Klaksvík

Í Tórshavn verður dentur lagdur á, at nýggju hjálparpakkarnir skulu vera betri - Í Klaksvík siga tey, at  almenna tilmæli um koronapass er galdandi

Í Tórshavn verður dentur lagdur á, at nýggju hjálparpakkarnir skulu vera betri - Í Klaksvík siga tey, at almenna tilmæli um koronapass er galdandi

2021-12-10 16:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagføring 22:34: Náttarlívið hevur fingið vissu fyri, at landsstýrið fer at leggja fram uppskot um ein munagóðan hjálparpakka. Tí letur náttarlívið aftur klokkan 23 í kvøld, siga skeinkistøðini í Havn og Klaksvík í felags fráboðan.

------

- Skeinkistøð og matstovur lata aftur klokkan 23, og landsstýrið fer í hesum sambandi skjótast til ber at bera uppskot um hjálparpakkar í Løgtingið

Hetta var eitt av punktunum á tíðindafundinum hjá myndugleikunum í gjár um koronustøðuna og eitt av nýggju tilmælununum undir gula stigunum.

Koronupassið hevur verið nýtt sum amboð innan hetta øki seinastu vikurnar, men við núverandi smittustøðu er avgerð tikin um, at onnur tiltøk skulu setast í verk.

Talan er tó bert um tilmæli, og eitt sum fleiri skeinkistøð kring landið ikki fara at ganga eftir - íhvussu er ikki hetta vikuskifti.

Heimasíðan in.fo hevur verið í samband við Remy á Kamarinum, sum rekur skeinkistøðini Taboo og Basecamp í Havn. Hann sigur, at tað hevur verið samskift millum fleiri, sum reka skeinkistøð í høvuðsstaðnum, og at tey ætla at hava opið sum vanligt; íhvussu er til greiða fæst á, hvussu hjálparpakkarnir fara at síggja út - endurgjaldið frá landinum, í samband við líknandi tilmæli áður, hevur ikki verið nøktandi, sigur Remy á Kamarinum. 

Norðlýsið hevur tosað við tey sum reka Pike og Maverick, og bæði Andras Sigmarsson Jacobsen og Anni Midjord siga, at opið verður sum vant, og at tilmæli um koronapass er galdandi, í mun til at sleppa inn.

Nýggju tilmælini komu í gildi í gjár, 9. desember, og eru í fyrstu syftu galdandi til 23. desember.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder