2020-11-02 23:13
Løgreglan er væl mannað í eysturríkska høvuðsstaðnum eftir eitt skotálop í Wien í kvøld.
Gerningsmenninir lótu fleiri skot av í ymsum støðum í miðbýnum í Wien. Gerningsmenninir vóru vápnaði við byrsu, og ein av teimum varð skotin og dripin av løgregluni.
Ein talsmaður fyri heilsumyndugleikarnir sigur við Kronen Zeitung, at minst 15 persónar eru komnir til skaða, og eru í viðgerð á sjúkrahúsi. Sjey av teimum eru illa løstað.
Kanslarin í Eysturríki, Sebastian Kurz, rópar álopið fyri eitt andstyggiligt yvirgangsálop.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald