Uttanlands

Fleiri skotin á metrostøð í New York

Ein maður doyði, og fimm onnur vórðu særd – Enn er eingin handtikin í málinum, sigur lokala løgreglan

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2024-02-13 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu fleiri fólk skotin á einari metrostøð í býarpartinum Bronx í New York City.

Ein 34 ára gamal maður er doyði og fimm onnur vórðu særd. Millum tey særdu vóru ein 14 ára gomul genta, ein 15 ára gamal drongur og trý vaksin fólk, ið vóru ávikavist 28, 29 og 71 ára gomul, upplýsir lokala løgreglan sambært AP.

Sambært lokalum miðlum hevur eingin fingið lívshættisligan skaða.

Tað var ósemja millum tannáringar í metroini, sum endaðu við skotum. Enn er eingin handtikin. Ein persónur rýmdi av staðnum, men løgreglan vil ikki útiloka, at talan er um meira enn ein brotsmann.

Slík brotsverk á metrostøðum í New York eru ógvuliga sjáldsom. Í miðal ferðast uml. 3,8 milliónir við metroini um dagin, og í 2023 varð bert boðað frá 570 tilburðum av grovum harðskapi, skrivar Ritzau.

Í 2022 skeyt og særdi ein maður tíggju fólk á einum toki, sum koyrdi gjøgnum Brooklyn. Tað var fyrsti hópskottilburðurin í metroini í New York síðan 1984.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder