Innanlands

Ikki fleiri sleppa í bíðirøð

Kilometrar langa bíðirøðin við fólki, sum vilja síggja kistuna við Elizabeth drotning, er stongd

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-09-18 18:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Langa bíðirøðin við teimum nógvu túsund fólkunum, sum vilja síggja kistuna við Elizabeth drotning, er nú stongd. Fleiri sleppa ikki upp í bíðrøðina, sum er fleiri kilometar lang.

Hetta upplýsir bretska stjórnin sunnudagin seinnapart, skrivar Ritzau tíðindastovan.

Stjórnin ráddi í gjár fólki frá, at fara til London at stilla seg í kø. Sambært BBC var bíðirøðin minst átta kilometrar lang leygardagin og rakk frá Westminster Hall, har kistan stendur, framvið Themsen ánni og allan veg til Southwark Park í landsynnings London.

[object Object]Bíðriøðin er long (Mynd: EPA)

Kistan við drotningini hevur seinastu dagarnar staðið til sonevnt “Castrum Dolores” í Westminster Hall, har almenningurin kann ganga framvið og siga farvæl fyri seinastu ferð. Hetta heldur fram til klokkan sjey í morgin árini.

Jarðarferðin verður úr kirkjuni Westminster Abbey í morgin mánadagin klokkan 11.

10.000 politifólk vera á gøtunum í London mánadag, og væntað verður at hundraðtúsundatals av syrgjandi borgarum vera í Londons gøtum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder