Innanlands

Fleiri smærri herverk í Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt

Nólsoyar Pálsgøta (Mynd: Google Maps)

Nólsoyar Pálsgøta (Mynd: Google Maps)

2022-05-27 08:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar eru fleiri smærri herverk framd í Nólsoyar Pálsgøtu í Klakvík. Hetta er ikki ógvusligt herverk, men brotnir rútar, skaði gjørdur á bilar og tííkt, verður gjørt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir seinastu dagarnar, og tað byrjaði mikukvøldið um nátturðatíð, og í gjár komu eisini fráboðanir.

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð okkurt í økinum. Til ber at boða frá á telefon 114.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt. Fleiri tiltøk eru um vikuskiftið, og fleiri av teimum eru byrjaði. Hesum heldur løgreglan eygað við, men enn hevur verið friðarligt, verður upplýst av støðini í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder