Uttanlands

Fleiri spreingingar í Kyiv í morgun

Kharkiv og fleiri aðrir býir í Ukraina vórðu eisini raktir í morgun

Ukrainski høvuðsstaðurin Kyiv varð sambært vitnum raktur av fleiri enn 10 spreinginum í morgun (Mynd: EPA)

Ukrainski høvuðsstaðurin Kyiv varð sambært vitnum raktur av fleiri enn 10 spreinginum í morgun (Mynd: EPA)

2022-10-31 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun hava fleiri spreingingar verið í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, og partar av býnum eru nú uttan streym, og fartelefonnetið er eisini niðri, sigur borgarstjórin, Vitalij Klytjko.

Vatnveitingin er eisini rakt fleiri staðni í landinum, og ein partur av tokferðsluni liggur lamin.

Umframt í Kyiv verður eisini boðað frá rakettálopum í Norður-, Eystur- og Miðukraina. M.a. býirnir Kharkiv, Zaporizjzja og Tjerkasy eru álopnir.

Sambært Reuters hava fólk hoyrt fleiri enn 10 spreingingar í Kyiv, meðan Ihor Terekhov, borgarstjóri í Kharkiv sigur, at tvær rakettir hava rakt býin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder