Uttanlands

Fleiri spreingingar í Svøríki í nátt

Tvær spreingingar vóru í Göteborg við tíggju minuttum ímillum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2023-08-31 07:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenska løgreglan mátti í nátt fara út til spreingingar fleiri staðni í landinum. Tvær spreingingar vóru í Göteborg, upplýsir løgreglan fyri svensku TT tíðindastovuni.

Eisini í Nyköping var ein spreinging. Tveir persónar vóru í rakta bygninginum, men sambært SVT kom hvørgin teirra til skaða.

Aftonbladet skrivar, at eisini í høvuðsstaðnum Stockholm var ein spreinging í nátt.

Tað vóru bert tíggju minuttir millum tær báðar spreingingarnar í Göteborg. Hin fyrra var klokkan 01.04 lokala tíð, og hin klokkan 01.14. Fleiri rútar í økinum knústust, og tað hendi eisini nakað av skaða á parkeraðar bilar. Løgreglan hevur í morgun stongt økið av fyri at kanna umstøðurnar nærri.

Sum skilst, hendi ongin mannaskaði av spreingingunum, og heldur ikki er nakar handtikin í málunum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder