Innanlands

Fleiri starvsdagar á Rakstrarstøðini við Oyggjarvegin

Týsdag var hátíðarhald á Rakstrarstøðini, nú sjey starvsfólk hildu seinkaðan 10 ára dag, ein helt 20 ára dag, og tveir hildu 25 ára starvsdag

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-03-30 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdag seinnapart var hátíðarhald á Rakstrarstøðini við Oyggjarvegin, nú sjey starvsfólk hildu seinkaðan 10 ára dag, ein helt 20 ára dag, og tveir hildu 25 ára starvsdag.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fegnaðist um at síggja manningina so vælupplagda, nú øll hittust til ein drekkamunn at heiðra nøkrum starvsfeløgum, sum teir flestu leingi eru snýttir fyri ein hugnaligan starvsdag.

Fleiri av starvsfólkunum høvdu verið longur enn tíggju ár, men vegna koronu hevur ikki verið gjørtligt at hátíðarhalda hetta fyrr enn nú. Hetta var m.a. nakað, sum borgarstjórin nevndi í røðu sínari.

– Tað vísir seg eisini, at fleiri av tykkum eru farnir bæði eitt og tvey ár útum 10 ára dagin. Men, so taka vit tað nú. Egil, Evert, Atli, Rúnálvur og Lars – tit eru allir komnir uppá eini 11-12 ár, meðan Brynjálvur og Jan hava nakrar vikur eftir at røkka degnum. Og so eru tað Hjarnar við 20 árum og Jens Petur og Pól við 25 árum.

Borgarstjórin nevndi síðan eitt sindur um hvønn einastakan:

Egil – tú hevur verið her síðani 2011. Tú ert kendur fyri at vera arbeiðsamur, dugnaligur, álítandi og fyri at møta væl upp.

Evert – tú hevur bæði starvast í vatnverkinum og í kirkjugarðinum, áðrenn tú komst á rakstrarstøðina. Tú ert eisini arbeiðssamur og kendur fyri at arbeiða við fullari ferð – og fyri at vera ein dugnaligur maskinførari.

Atli – tú er somuleiðis kendur fyri at vera arbeiðsamur, álítandi og at tú atlíð ger arbeiði til lýtar. Og tú ger tað friðaliga.

Rúnálvur - tú hevur verið her síðani 2011, ert dugnaligur maskinførari og kendur fyri at hava gott eygað fyri tí endaliga úrslitinum. Kantsteinarnir sum tú hevur lagt, eru millum teir best lagdu í kommununi.

Lars – tú ert ágrýtin og arbeiðsamur. Tú ert ikki bangin fyri at taka fatt í okkurt eyka arbeiði, um tað stendur á. Teir siga at tú ikki dugir at sita stillur og at tú tí altíð vil hava fart á feltið!

Brynjálvur - Tú ert arbeiðssamur og dugnaligur. Tú kennir kloakkirnar sum fáur. Luktar illa í býnum, so ert tú skjótur at finna feilin. Tú ert eisini forvitin eftir at læra at brúka nýggj amboð. Tú brúkar dagliga fín tøkniliga framkomin amboð og hetta gert tú til lítar.

Jan – tú ert somuleiðis arbeiðsamur, álítandi, hjálpsamur, dugnaligur og sera skjótur. Tá hugt verður eftir tínum arbeiðssemi, kundi man trúð, at tú vart ein unglingi. Tí tú orkar væl og ger arbeiðið til fulnar. Haraftrat altíð blíður og altíð í góðum lag og væl lýddur millum starvsfelagarnar.

Tit hátíðarhalda allir 10 ára starvsdag pluss/minus moms. Eg fari at ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku í vón um, at tit allir fara at trívast í starvinum í mong ár aftrat, segði borgarstjórin.

Hjarnar – so er tað tú, sum hevur verið her í 20 ár. Tú ert eisini kendur fyri arbeiðssemi og ágrýtni og hevur øll hesi árini bygt tær eina holla vitan upp, serliga innan asfaltering og innan kavagrevstur.

Tað munnu ikki finnast nógvir, sum hava so nógvar royndir sum tú innan hesi økini. Í nógv ár hevur tú hildið Havnina hálku- og kavafría, og tað hevur tú gjørt sera væl.

Og so kann eg leggja aftrat, at tú altíð ert skjótur við einum stuttligum kommentari.

Jens Petur – tú hevur arbeitt við veg og kloakk sum maskinførari øll 25 árini. Eisini hevur tú sum maskinførari verið partur av og eitt álit í vetrarhaldinum í nógv ár. Tú ber orð fyri at duga sera væl at arbeida vid gravimaskinum - og hartil ert tú røkin – og tað dámar okkum í kommununi serliga væl. Og í frítíðini avreagerar tú við at spæla Dart.

Pól – Tú hevur verið her í yvir 25 ár. Kendur fyri at vera arbeiðsamur, alítandi, hjálpsamur, dugnaligur, at ganga høgt uppí títt arbeiði og hevur uppbygt tær eina vitan, sum ikki stendur aftanfyri nakran, heldur ikki ferðslupolitiið.

Við tínum heilt serliga og “gemytliga” sinnalagið, ríkar tú arbeiðsmoralin og hugnan á Rakstrarstøðini. Og ert avbera væl lýddur millum starvsfelagar.

Eg fari eisini at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum, segði Heðin Mortensen.

Øll røðan hjá brogarstjóranum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder