
– Vit trúgva uppá, at tað at hava trúføst starvsfólk hevur alstóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum. Og eingin ivi er um, hvussu stóran týdning tað hevur at hava starvsfólk, sum hava so drúgvar royndir, sum tit hava. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.
Soleiðis segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hósdagin, í sambandi við, at fleiri starvsfólkadagar vórðu hátíðarhildnir á Havnaskrivstovuni.
Talan var um seks rundar starvsdagar.
John Ove Hansen byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn í 1977 – tað er nú nógv fleiri enn 30 ár siðan.
Tá John bleiv settur í starv, var hann settur sum kranførari. Tá var nógv kranarbeiði. Bátar landaðu nógv til Bacalao, og tað vóru ikki nógvir kranar í økinum. Men aftan á 10 ár valdi John at fara í annað starv, og í 1993 valdi John at koma aftur til tað trygga og góða arbeiðsplássið.
Eitt skifti stóð John eisini fyri umsjónini við smábátunum. Nógv tey seinastu árini hevur John millum annað staðið fyri umvælingum av ognunum hjá Tórshavnar havn.
Jógvan Páll Jensen hátíðarhelt eisini, at hann hevði arbeitt hjá Tórshavnar Havn í meira enn 30 ár. Hann byrjaði at arbeiða har í 1988.
Høvuðsarbeiðið hjá Jógvan Páll var øll tey fyrstu árini at koyra kranan. Jógvan Páll er eisini navigatørur, og hevur hann tí eisini tikið nógvar vaktir sum havnaumsjónarmaður.
Tað var Arnbjørn Christiansen, sum kundi hátíðarhalda 20 ára starvsdag. Hann byrjaði at arbeiða hjá Tórshavnar havn í 2001.
Áðrenn Arnbjørn kom til Tórshavnar havn, virkaði hann sum kommunuskrivari í Kollafirði. Tórshavnar- og Kollafjarðar kommunur blivu lagdar saman í 2000, tá Arnbjørn kom í starv hjá Tórshavnar havn.
Sigga Nielsen byrjaði í starvi hjá Tórshavnar havn 5. august 2002. Øll árini hevur hon arbeitt niðursetta tíð. Høvuðsarbeiðið hjá Siggu er umsiting av vørugjøldum, umframt partar av bókhaldinum.
Niels Kári Samuelsen varð settur í starv í 2004. Niels Kári byrjaði við at gera fyrifallandi uppgávur, og koyrdi nógv lastbilin. Vit kenna tó Niels Kára frá, at hann umsitur bátaplássini.
Sigird Otthamar bleiv settur í starv í 2014. Á Havnarskrivstovuni var Sigird kendur frammanundan, tí hann arbeiddi eitt skifti sum pakkhúsformaður. Beint áðrenn Sigird kom í starv hjá Tórshavnar havn, sigldi hann sum skipari við útlendskum skipum.
Eisini vóru nøkur orð søgd um fráfarandi havnameistaran, Jónsvein Lamhauge, sum í vár gevst, nú hann er vorðin 65 ára gamal. Hann hevur arbeitt hjá Tórshavnar havn síðan 1985 og verið havnameistari síðan 1993.
– Jónsvein tók við starvinum sum havnameistari í ringastu krepputíð. Hann hevur fortalt, at hann heldur ikki, at starvið varð lýst leyst, hann fekk tað í boði og tók við starvinum. – Og mann má siga, at hann er komin væl frá hesari uppgávu, segði borgarstjórin.
– Sum havnameistari hevur Jónsvein staðið fyri stórum útbyggingum í Tórshavnar havn: Skansabryggjan og Molin í 90-unum, Eystara bryggja til nýggju Norrønu og Smyril, Kollafjørður og Oyrareingir í nullunum. Stóra havnabyggingin, sum nú er um at vera liðug, Sjóvinnuhúsið og nú bátahylin í Álakerði.
– Jónsvein er eisini ein av drívmegini í Westward HO. Hann er reiðari og syrgir fyri at viðlíkahalda sluppuna og at hon er eitt prýði fyri býin. Vit vænta, at hann heldur fram við í arbeiðnum við Westward Ho, tað er gott pensionsistaarbeiði og sera gott sosialt arbeiði fyri menn.
– Sum persónur er Jónsvein álítandi, ger sítt arbeiðið væl og er samvitskufullur. Tað sigst, at hann ansar sera væl eftir pengunum hjá Tórshavnar havn, tað kann eisini vera ein dygd. Onkur av starvsfólkunum hevur nevnt, at tá Jónsvein varð spurdur um játtan til t.d. ein arbeiðsbil, so var fyrsta svarið altíð NEI. Men hetta var ikki altíð tað endaliga svarið. Sjálvur hevur Jónsvein gingið ella brúkt súkklu tað mesta av tíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald