Innanlands

Fleiri starvsdagar í Hvalbiar kommunu

Í morgun varð hátíðarhald á kommunuskrivstovuni, har borgarstjórin takkaði fyri trúgva tænastu og handaði gávur

(Mynd: Hvalbiar kommuna)

(Mynd: Hvalbiar kommuna)

2022-07-05 19:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun var hátíðarhald fyri starvsfólkum í Hvalbiar kommunu.

Fleiri starvsdagar vórðu hátíðarhildnir, umframt at Snorri Nónfjall, fyrrverandi kommunumaður, fekk fráfaringargávu, nú hann var givin vegna aldur.

Tveir 25 ára starvsdagar, ein 20 ára starvsdagur, og ein 15 ára starvsdagur varð hildin.

Niclas Sigurheim, kommunumaður hevði 25 ára starvsdag, og tað sama hevði Hallur Jensen, sum tekur sær av at halda fríøkini í Hvalba.

Jonhard Thomsen, kommunumaður hevði 20 ára starvsdag, og Claus Olsen, húsavørður í Hvalbiar Skúla, hevði 15 ára starvsdag.

Dagurin byrjaði við at at borgarstjórin bjóðaði vælkomin har hann takkaði fyri trúgva tænastu og handaði síðani gávur. Hereftir bleiv bjóðað til morgunmat á kommunuskrivstovuni, skrivar Hvalbiar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder