Uttanlands

Fleiri starvsfólk fyri Trump eru smittað

Skipaði fyri stórum veljarafundi í Tulsa um vikuskifti – minst átta starvsfólk fingið korona

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-23 13:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri fólk, sum starvast í valstríðnum fyri Donald Trump, forseta, hava fingið staðfest koronasmittu hesar seinastu dagarnar.

Í dag varð boðað frá, at tvey fólk afturat hava fingið smittuna, upplýsir ein talsmaður fyri valátakið.

Fólkini hava verið við á einum stórum veljarafundi um vikuskiftið.

- Tey luttóku á veljarafundinum, men vóru í maskum allatíðina, sigur Tim Murtaugh, talsmaður fyri valherferðina.

Trump helt fyrsta veljarafundin í Tulsa, Oklahoma um vikuskiftið. Hetta var fyrst veljarafundurin í fleiri mánaðir.

Fáar tímar áðrenn fundurin byrjaði, boðaðu fyrireikararnir frá, at seks starvsfólk høvdu fingið staðfest koronavirus.

Undan fundinum varð funnist at, at Trump ætlaði at loyva yvir 10.000 fólkum inn í høllina, hóast koronakreppan als ikki er av.

Oklahoma statur hevur seinastu tíðina eisini staðfest eina øking av nýggjum smittutilburðum.

Ongi krøv vóru til luttakararnar á fundinum um at halda frástøðu ella vera í masku, hóast hetta er tilmælið hjá amerikansku heilsumyndugleikunum fyri at avmarka smittuna.

Undan fundinum ljóðaði, at fleiri milliónir fólk høvdu víst áhuga at vera við á fundinum, men kortini varð staðfest, at fleiri túsund sessir í høllini stóðu tómir undir fundinum. Orsøkin skal vera, at ung á sosiala miðlinum TikTok vóru farin saman um at biðja um atgongumerki uttan at hava ætlanir um at møta.

Ætlanin við fundinum var at fáa nýggja orku í valstríðið, og vísa demokratunum, at stuðulin fyri Trump framvegis er stórur, hóast Joe Biden liggur nógv betri fyri í veljarakanningunum undan forsetavalinum í november, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder