Avstralski staturin Victoria linkar nú fleiri av teimum tiltøkunum, sum vórðu sett í verk fyri at minka um smittuspjaðingina í statinum, nú landið er rakt av einum nýggjum smittútbroti. Í statinum South Australia verða tiltøkini væntandi eisini linkaði í dag.
Samstundis hevur staturin, New South Wales, har stórbýurin Sydney m.a. er, skrásett hægsta smittutalið í ár, og tí eru tiltøkini í Sydney longd til í minsta lagi 28. august sambært The Guardian.
Sydney hevur verið afturlatin í meira enn ein mánað orsakað av Delta-frábrigdinum, sum hevur spreitt seg í økinum.
Borgarar í Sydney sleppa m.a. ikki at fara heimanifrá, uttan so at tey hava alneyðug ørindi sum innkeyp av gerandisvørum, innkeyp av heilivági, ella eina tíð hjá læknanum.
Afturlatingin í Avstralia verður mett at kosta uml. 300 mió. dollarar um dagin – 1,4 mia. krónur, skrivar Ritzau.
Avstralia, sum hevur uml. 25 mió. íbúgvar, hevur annars klárað seg væl undir hesari farsóttini. Landið hevur bert skrásett uml. 33.000 smittutilburðir og 920 andlát í sambandi við smittuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald