Uttanlands

Fleiri stórlond hava at uranætlanunum hjá Iran

Iran er í gongd við at bróta kjarnorkuavtaluna frá 2015, og møguliga verður kreppufundur millum tey seks stóru londini, ið avtlan varð gjørd við

Iranski uttannríkisráðharrin, Mohammes Javad Zarif - Mynd: EPA

Iranski uttannríkisráðharrin, Mohammes Javad Zarif - Mynd: EPA

2019-07-07 17:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2015 varð stór heimsavtala gjørd millum Iran og seks av heimsins mest valdsríku londum: USA, Stórabretland, Frakland, Týskland, Kina og Russland. Talan var um avtalu, ið avmarkaði hvussu nógva kjarnorku Iran kundi hava og nýta, og at kanningar kundu gerast av teirra kjarnorkuvirksemi fyri at tryggja, at alt var í lagið. Afturfyri skuldu londini slaka uppá altjóða revsitiltøk, ið Iran hevði ímóti sær, og sum foraðu teimum fíggjarliga. 
 
Í fjør settu Donald Trump og USA tó nýggj tiltøk í verk ímóti Iran og londum, ið iranar hava handilsvikrsemi við. Hetta ávirkar búskapin hjá Iran, og av hesari orsøk breyt Iran avtaluna fyri tveimum mánaðum síðani. Nú er greitt, at landið ætlar at leggja afturat sínari urangoymslu, og harvið fer uppum markið, ið varð avtalað í 2015. 

Stórabretland, Frakland og Týskland koma nú við staðiligari áheitan til Iran um, at í stundini stegða við ætlanunum at bróta avtaluna. Hetta skrivar AFP tíðindastovan í dag. Hesi londini hava verið í samband við hini trý londini, ið eru partur av avtaluni, og ein kreuppufundur verður møguliga tikin í einari roynd at loysa trupulleikan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder