Innanlands

Fleiri strandfaraskip skifta leiðir komandi tíðina

Hetta er í sambandi við viðlíkahaldsarbeiði, boðar Strandferðslan frá

Ternan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ternan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-11 14:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fleiri strandfaraskip hava og fara komandi tíðina at skiftast til at sigla á ymiskum leiðum í sambandi við viðlíkahalds- og eftirlitsarbeiði:

  • Sam fór á beding 19. august og fór Ternan tá beint av Ovastevnu norður at røkja Kalsoyarleiðina. Sam varð klárur aftur seint týsdagin og byrjaði aftur á leið 56 kl. 22:00 í gjárkvøldið.
  • Ternan fór í morgun á Hestleiðina, har skipið avloysir Erlu Kongsdóttir, ið er farin inn á Skála til planlagt viðlíkahald. Ternan verður verandi á leið 61 til og við túrin úr Hesti kl. 09:20, mánadagin 16. september. Erla byrjar aftur á leið 61 seinnapart sama dag.
  • Teistin skal til vanligt eftirlit, mánadagin 16. september. Skipið siglir morguntúrarnar á Nólsoyarleiðini og byrjar Ternan síðani at sigla á leið 90 frá kl. 12:30. Teistin verður væntandi á beding í 4 vikur.

Til ber at síggja dokkingarætlan fyri 2024 her.

Strandfaraskip Landsins

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder