Uttanlands

Fleiri tænastur hjá Microsoft ikki tøkar

Microsoft sigur, at trygdarbrot ikki er orsøkin til, at eitt nú Outlook, Teams of Copilot ikki eru tøkar, og at tey síggja "jalig úrslit" við arbeiðnum at fáa skipanirnar í rættlag aftur.

(Mynd: Manan Vatsyayana/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Manan Vatsyayana/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-13 08:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri tænastur hjá Microsoft eru niðri í morgun, og tað hava tær verið síðan í gjárkvøldið.

Sambært eftirlitstænastuni Downdetector eru tænasturnar niðri í 74 londum.

Hetta hevur ávirkað myndugleikar í Avstralia, Japan og USA umframt fyritøkur sum OenAI og Anthropic. Í dag hevur tað eisini ávirkað arbeiðsdagin í Asia, og tað er ógreitt, hvussu tað fer at ávirka Evropa í dag.

Tað eru serliga tænasturnar Outlook, Teams og Copilot, sum eru ávirkaðar, skrivar Ritzau.

Microsoft upplýsir í seinastu dagføringini, sambært Ritzau, at tey síggja jalig úrslit við arbeiðnum at fáa skipanirnar í rættlag aftur.

Microsoft sigur, at tað er ikki eitt trygdarbrot, sum er orsøkin til, at tænastur hjá teimum eru niðri. Heldur er orsøkin "ov høgt trýst" á undirstøðukervið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder