Innanlands

Fleiri teirra eru helst komandi tingfólk

Ungdómstingið er av á hesum sinni. Trettan uppskot vórðu løgd fram, og átta av teimum vórðu samtykt

(Mynd: Løgtingið)

(Mynd: Løgtingið)

2022-02-09 21:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ungdómstingið 2022 er av á hesum sinni. 32 næmingar úr 8 ymiskum skúlum kring landið hava luttikið og lagt fram 13 uppskot. 

Fýra mál vórðu beind í Mentanarnevndina, fýra mál vórðu beind í Trivnaðarnevndina, og fimm mál vórðu beind í Rættarnevndina. 

Tá uppskotini komu aftur úr nevnd, vórðu átta uppskot samtykt, og fimm uppskot fullu. Einki uppskot datt burtur. Undir orðaskiftinum, sum vardi fýra tímar, tóku ungdómstinglimirnir orðið ella gjørdu viðmerkingar 221 ferðir. Harumframt vórðu 20 ófráboðaðir fyrispurningar settir løgmanni og landsstýrismonnum, sum allir vórðu svaraðir.

Í síðstu røðu sínari takkaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, ungdómstinglimunum og lærarum teirra fyri hesa áhugaverdu tingsetuna og fyri áhugan fyri tí fólkaræðisliga arbeiðinum á tingi. Hann helt fyri, at tey høvdu til fulnar livað upp til tær mannagongdir, ið galdandi eru í løgtingsarbeiðinum, og at eingin ivi man vera um, at fleiri teirra fara at síggjast aftur í tí politiska lívinum og at teljast millum komandi tingfólk, skrivar logting.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder