Seinasta samdøgrið hevur løgreglan tikið fleiri persónar, sum hava koyrt ávirkaðir.
Seint fyrrapartin í gjár hevði løgreglan eitt málrættað átak í Runavík, har 43 bilar vórðu steðgaðir, og har varð ein persónur tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Blóðroynd varð tikin av honum, og bíðað verður eftir úrslitinum.
Á middegi í gjár varð ein bilførari eisini tikin á Oyggjarvegnum fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Tá løgreglan kannaði bilin varð 3,7 gram av hashi funnið umframt útgerð at roykja hash við.
Klokkan hálvgum trý í nátt varð ein persónur á prutli eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í Klaksvík. Eisini koyrdi hann uttan nummarplátu.
Viðkomandi varð handtikin, blóðroynd varð tikin av honum, og løgreglan tók lykilin til prutlið við á støðina.
Um klokkan trý seinnapartin í gjár fekk løgreglan eisini fráboðan um eina stolna nummarplátu, og ein stolnan bil í Havn. Bilurin varð funnin aftur í Vágum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki veit meira at siga um málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald