Innanlands

Fleiri tiknir í ferðsluni

Løgreglan hevur gjørt nógv burturúr at kanna ferðsluna í gjár og í nátt, og í hesum sambandi eru fleiri bilførarar tiknir fyri ymisk lógarbrot

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-06 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta seinasta samdøgrið hevur løgreglan gjørt nógv burturúr at kanna ferðsluna, og í hesum sambandi hava fleiri bilførarar eisini fingið bót fyri ymisk lógarbrot.

Í høvuðsstaðarøkinum varð ein tikin fyri at koyra við kenning, og ein varð tikin fyri at koyra 78 km/t í bygdum øki.

Sjey bilførarar kring landið fingu bót fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan teir koyrdu, og ein varð tikin fyri at koyra uttan førararætt.

Løgreglan upplýsir, at náttin sum heild hevur verið friðarlig, men tó vórðu tveir persónar skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar, og løgreglan kannar eisini eitt møguligt harðskapsmál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder