Innanlands

Fleiri tiknir í ferðsluni í nátt

Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, og fýra vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-07-10 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu fleiri mál skrivað.

Løgreglan hevur tikið tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka í ávikavíst Eysturoynni og høvuðsstaðarøkinum, og fýra bilførarar í Streymoynni vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tað var á landsvegunum, har mest loyvda ferðin er 80 km/t.

Ein bilførari koyrdi 115 km/t, og gevur tað eina treytaða frádøming, ið merkir, at førarin skal upp til nýggja koyriroynd.

Hinir tríggir fáa eitt klipp fyri at koyra ávikavíst 106, 107 og 110 km/t.

Løgreglan hevði eisini eitt málrættað átak í Sandoynni ímóti rúsdrekkakoyring, har eini 25 bilar vórðu steðgaðir. Men har var alt í lagi, og hevur náttin annars verið heilt friðarlig, verður upplýst av løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder