Higartil hevur talan verið um eitt rættiliga friðarligt vikuskifti, men tó hevur løgreglan skrásett fleiri brot á ferðslulógina.
Fríggjakvøldið varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Norðoyggjum, og í gjárkvøldið hevði løgreglan eitt málrættað átak í Eysturoynni, har ein varð tikin fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki. Mest loyvda ferðin er 50 km/t, men viðkomandi koyrdi 78 km/t, og fekk hann eitt klipp.
Løgreglan tók eisini ein persón fyri at koyra uttan at hava koyrikort, og ein persónur afturat fekk klipp fyri at koyra ov skjótt.
Fitt av vindi hevur verið í dag, og vakthavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at tey tíðliga í morgun hava fingið onkrar fráboðanir um leyst byggitilfar, sum hevur ligið úti, men talan hevur ikki verið um nakran álvarsligan vindskaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald